Tað, sum drívur verkið í KT-fyritøkuni Klintra, er at menna fjøltáttaðar KT-loysnir, sum flyta kundan langt fram á røttu kós. Málið hjá Klintra er, at felagið skal vera ein miðdepil í føroyskari KT-vinnu, sum nú stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum við at talgilda Føroyar.